Glasir skal hava 46 mió aftrat

Glasir skal hava 46 mió aftrat
Neyðugt er við 28,4 mió. kr. beinanvegin, og seinni mugu 17,6 mió. játtast aftrat, staðfestir nýggj meting hjá Landsverki.
 
23.11.2018 - 12:21

Eykarokningin fyri skúlabyggingina í Marknagili er vaksin úr 18,7 milliónum upp í 28,4 milliónir krónur. Og afturat teimum koma rokningar fyri 17,6 milliónir krónur.

Tað merkir, at eykakostnaðurin er 46 milliónir krónur.

Mentamálaráðið biður í dag Fíggjarnevndina um eykajáttan uppá 28,4 milliónir, og sigur, at umbøn um tær 17,6 milliónirnar afturat koma seinni.

Fíggjarnevndin hevur ikki kunnað viðgjørt umbønina, síðani hon varð løgd fram fyrst í hesum mánaðinum, tí so stór óvissa var um, hvørjar rokningar ikki enn eru goldnar og hvørjar koma afturat. Upprunaliga umbønin var 18,7 sum altso nú er 46 milliónir tilsamans.

Mentamálaráðið hevur síðani mánadagin hildið eini frágreiðing um meirkostnaðin frá Landsverki aftur, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri váttaði fyrrapartin fyri útvarpinum, at ráðið hevði givið Landsverki boð um IKKI at lata innlit í frágreiðingina enn.

Frágreiðingin er júst leysgivin, og útvarpið hevur fingið hana samstundis sum Fíggjarnevndin.

Í frágreiðingini skrivar Mentamálaráðið:

"Mælt verður til, at upphæddin á 18,7 mió. kr. verður hækkað til 28,4 mió. kr. Av hesi upphæddini eru 14,3 mió. kr. staðfestar meirútreiðslur, meðan 14,1 mió. kr. er øktur fíggjartørvur fyri at gera bráðfeingis arbeiði liðugt sum skjótast".

Harumframt er nógv, sum eftir røttum áttu at verið við í upprunaligu verkætlanini hjá Landsverki ella nýggj ynski hjá skúlanum eftir at bygningurin er tikin í nýtslu. Íalt er talan um 17,6 mió. kr.. Mælt verður ikki til, at henda upphæddin er við í hesum skundmálinum, men at ein nærri fyrireiking verður gjørd sum skjótast og arbeiði lagt væl til rættis", stendur í frágreiðingini um meirkostaðin fyri skúlabyggingina í Marknagili.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846