Vindur og regn eru góð fyri grønu orkuna hjá SEV

Vindur og regn eru góð fyri grønu orkuna hjá SEV
Oktober í ár er besti mánaður higartil hjá vindorkuni hjá SEV
Nógvur vindur er góður hjá SEV. Vindmyllulundin í Húsahaga setti met í oktober.
 
27.11.2018 - 12:43

Meðal vindmegin var 11,8 m/sek. í oktober, og vindmyllurnar gjørdu 7.600 megawatttímar, sum svara til alla el-nýtsluna hjá  privatum húskjum í Føroyum, sigur SEV.

Vindmyllulundin í Húsahaga gjørdi 5032 megawatttímar í oktober. Hetta er nýtt met, gamla metið er frá desember 2014.

Grøna orkan var 68 prosent í oktober. Vindorka stóð fyri 23 prosentum, og 44,5 prosent komu frá vatnorku. 

Í oktober í fjør var grøni parturin 64 prosent, og í 2016 var grøni parturin 46 prosent, sigur SEV.

4,5 prosent meira streymur varð gjørdur í oktober í ár enn í oktober í fjør. 

Og hóast grøni parturin vaks í oktober, er oljunýtslan eisini størri enn í fjør, hon var 7,7 prosent størri í oktober.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902