Samráðast aftur í morgin

Samráðast aftur í morgin
Heilsurøktarfelagið og arbeiðsgevararnir fara at samráðast aftur í morgin.
 
29.11.2018 - 19:46

Heilsurøktarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fara aftur til samráðingarborðið um middagsleitið í morgin.

Partarnir fóru á fund klokkan 13 í dag, og hava tingast allan seinnapartin. Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum sigur við útvarpið, at samráðingarnar ganga væl.

- Men vit hava avgjørt at taka ein steðg nú, og so taka vit samráðingarnar upp aftur í morgin, sigur hon.

Heilsurøktarar arbeiða í eldraøkinum, í sjúkrahúsverkinum og í Almannaverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537