Summar bygdir bólgna - aðrar tódna

02.12.2018 - 09:49
AktueltSamfelag
Summar bygdir bólgna - aðrar tódna
Síðan 2005 er fólkatalið í Sunda kommunu lutfalsliga hækkað hálva fimtu ferð so nógv sum í øllum Føroyum. Kortini minkar fólkatalið í summum bygdum.
Sjálvt um fólkatalið í Sunda kommunu er hækkað 15 prosent síðan 2005, er tað lækkað 30 prosent her í Vík
 

Sunda kommuna taldi tilsamans 1.558 fólk 1. januar 2005. Síðan tá eru 243 fólk løgst afturat. Fólkatalið í Sunda kommunu er sostatt farið upp um 1.800. Vøksturin er 15,6 prosent. Sama tíðarskeið vaks fólkatalið í Føroyum 3,7 prosent.

Gongdin í teimum ellivu bygdunum í Sunda kommunu hevur verið rættiliga ójøvn. Á Norðskála búðu 247 fólk í 2005. Nú eru 74 fólk fleiri á Norðskála. Sostatt er talið 321. Hesin vøksturin er 30 prosent.

Í Hvalvík var fólkatalið 219 í 2005. Nú eru 36 fleiri, so at tað í dag búgva 255 fólk í Hvalvík. Hesin vøksturin er 16 prosent. Í grannabygdini, Streymnesi, er vøksturin sera stórur. Har búðu 198 fólk í 2005, og nú hevur Streymnes 311 íbúgvar, 113 fleiri enn í 2005. Framgongdin er 57 prosent.

Eisini Oyrarbakki er munandi vaksin. Har búðu 105 fólk - nú eru tey 170, altso 65 fleiri enn í 2005. Lutfalsliga er Oyrarbakki vaksin mest, nevniliga 62 prosent. Á Oyri fjølgaðust tey frá 137 til 175 í sama tíðarskeiði, og tað er 38 fólk fleiri, sum svara til 28 prosent.

Beint sunnan fyri brúnna fækkast fólk. Lítla bygdin, Langasandur, slakar kortini ikki; har búðu 36 fólk í 2005, og í dag eru tey trý fleiri. Men longri norðuri, í Haldórsvík, minkar manntalið. Har búðu 162 fólk í 2005.

Nú eru tey 113, sum er 48 fólk færri. Hendan minkingin er 30 prosent. Og norðasta bygdin í Streymoynni, Tjørnuvík, er minkað við 20 prosentum. Har búðu 71 fólk í 2005. Nú eru tey 14 færri, altso 57.

Hóast munandi fólkavøkstur í Sunda kommunu er broytingin avmarkað í stóru bygdini, Hósvík. Í 2005 búðu 297 fólk í Hósvík. Síðan er talið hækkað við 23, so nú eru hósvíkingarnir 320 í tali. Hesin vøksturin er átta prosent.

Útjaðarin í Sunda kommunu, Gjógv fyri eystan og Saksun fyri vestan, minkar í stórum. Í 2005 búðu 54 fólk við Gjógv. Tað talið er minkað við 23, so nú búgva 31 fólk við Gjógv. Hendan minkingin er 43 prosent. Og Saksun hevði 32 fólk í 2005. Nú eru tey bara átta. Minkingin er 75 prosent.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Breddin
101309
Hósdag 21. november
Nón - 21. november 2019
101307
Hósdag 21. november
Katrin Sørensen er gestur í Dansivali
101296
Hósdag 21. november
Áðrenn Elvis: Gleði og kæti
101291
Hósdag 21. november
Góðan morgun, Føroyar 21. november 2019
101286
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. november
Møti úr Vón í Skopun
101160
Leygardag 16. november
Andakt við Jørgen Andreasen
101148
Mánadag 11. november
3-2
100936