Veljarakanning: Samgongan missir stuðul

Veljarakanning: Samgongan missir stuðul
Sambært nýggjastu veljarakanningini, ið Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin og Kringvarpið, missir samgongan stuðul, og andstøðan fær meiriluta
 
03.12.2018 - 15:00

Samgongan missir meirlutan og fær 16 tinglimir, meðan andstøðan fær 17. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarpið og Sosialin.

Samanborið við valið í 2015 hava tveir andstøðuflokkar framgongd - Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin. Allir hinir flokkarnir ganga aftur samanborið við seinasta valið.

Býtið av nýggjastu veljarakanningini samanborið við valið í 2015 sær soleiðis út: 

  Býtið Munur Valið 2015
Fólkaflokkurin 23,7 % +4,8 18,9 %
Javnaðarflokkurin 22,9 % -2,2 25,1 %
Tjóðveldi 19,3 % -1,4 20,7 %
Sambandsflokkurin 19,0 % +0,3 18,7 %
Framsókn 6,7 % -0,2 6,9 % 
Miðflokkurin 4,7 % -0,8 5,5 %
Sjálvstýri 3,6 % -0,4 4,0 %

Fólkaflokkurin framvegis størstur

Seinastu veljarakanningar hava allar víst, at Fólkaflokkurin var størstur, og soleiðis er eisini nú. Fólkaflokkurin er størstur við 23,7 prosentum og átta tinglimum, sum eru tveir tinglimir meira enn nú.

Javnaðarflokkurin er næststørstur við 22,9 prosentum og somuleiðis við átta tinglimum, sum er tað sama, sum flokkurin fekk við seinasta val, tá Sonja Jógvansdóttir varð vald fyri flokkin.

Á triðjaplássi er Tjóðveldi við 19,3 prosentum og seks tinglimum, sum er ein tinglimur minni enn nú.

Á fjórðaplássi er Sambandsflokkurin við 19 prosentum og seks tinglimum, sum er sama tingmannatal sum við seinasta val, tá Magni Laksáfoss eisini varð valdur fyri Sambandsflokkin.

Framsókn fær 6,7 prosent og tveir tinglimir sum í dag. Miðflokkurin fær 4,7 prosent og tveir tinglimir sum í dag. Og á aftasta plássi er Sjálvstýri við 3,6 prosentum og einum tinglimi, sum er ein tinglimur minni enn í dag.

Býtið av sessum í nýggjastu kanningini samanborið við valið í 2015 er soleiðis:

  Tingsessir Munur Valið 2015
Fólkaflokkurin 8 +2 6
Javnaðarflokkurin 8  - 8
Tjóðveldi 6 -1 7
Sambandsflokkurin 6  - 6
Framsókn 2  - 2
Miðflokkurin 2  - 2
Sjálvstýri 1 -1 2

Myndin er sostatt tann, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu verið størstu flokkar, um val var nú, men at samgonguflokkarnir høvdu verið við undirlutan í tingmannatali, tí samgongan fær 16 og andstøðan 17 tinglimir.

Kanningin er grundað á telefonsamrøður, sum vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 14.-28. november. 515 tilvildarliga vald fólk hava svarað.

Um hvussu rættvísandi úrslitini eru, skrivar Gallup Føroyar: "Um tildømis 4,7 prosent av svarpersónunum hava svarað, at tey velja Miðflokkin, so eru sannlíkindini 95 prosent fyri, at millum 2,9 og 6,5 prosent gera tað". 

Hetta kallar Gallup konfidensinterval, sum er +/-1,8 prosent í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650