Gøtudalstunnilin og nýggi vegurin hava skund

06.12.2018 - 07:49
AktueltSamfelag
Gøtudalstunnilin og nýggi vegurin hava skund
Landsstýrismaðurin sigur, at dagførd samferðsluætlan verður liðug í februar næsta ár
Gøtudalstunnilin verður 4,4 km.
Mynd: © Landsverk  
 
 

Landsverk mælir til, at Gøtudalstunnilin verður gjørdur sum skjótast, so full nytta fæst av Eysturoyartunlinum.

Gøtudalstunnilin eigur at verða næsti stóri tunnilin eftir tunlarnar norður um Fjall í Borðoynni.

Ferðslan verður nógv í Gøtudalstunlinum, 4.000 bilar um samdøgrið.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Uttanum bygt øki

Hann sigur, at saman við nýggjum vegi um Skálabotn slepst uttanum bygt øki til Eysturoyartunnilin og frá honum.

Heðin Mortensen sigur, at vegurin vestan fyri Skálafjørðin kann gerast við gróti úr Gøtudalstunlinum.

Verkætlanin um vegin er langt síðani liðug og boðin út tvær ferðir, - seinnu ferð í 2013. Men pengar vóru ikki til at gera vegin.

Landsstýrismaðurin sigur, at dagførd samferðsluætlan verður liðug í februar næsta ár.

Men okkurt er longu liðugt, og samferðsluætlanin verður løgd fyri løgtingið í januar 2019. Tá verður aðalorðaskifti um hana. 

 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
Afturlit við A-landsliðnum
92429
Mánadag 18. mars
HF Hulda setti met
92427
Sunnudag 17. mars
Kring Noreg (1:23)
92283