May á rundferð í Evropa

May á rundferð í Evropa
Theresa May er farin til fleiri evropeisk lond í eini roynd at bjarga avtaluni, sum hon gjørdi við ES um Brexit.
 
11.12.2018 - 13:24

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, byrjaði rundferðina í Hollandi í morgun, har hon hitti hollendska forsætisráðharran, Mark Rutte. Eftir døgurða skal hon hitta týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel.

Tað var Theresa May sjálv, sum í gjár tók avgerð um at útseta atkvøðugreiðsluna av Brexit-avtaluni í parlamentinum. Atkvøðugreiðslan skuldi vera í dag. Hon tók avgerðina, tí hon metti ikki, at hon fekk undirtøku fyri avtaluni í sínum egna flokki - og als ikki í andstøðuni.

Ferðin til Evropa er gjørd í eini roynd at fáa nýggjar samráðingar um partar av avtaluni.

Tá Theresa May seinnapartin hevur hitt Angelu Merkel, fer hon til Bruxelles, har hon fer at tosa við formannin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker.

May segði í parlamentinum í gjár, at hon eisini ætlaði at hitta forsetan í ES, Donald Tusk, men tann fundurin er ikki váttaður alment. Tusk segði annars í gjárkvøldið, at Theresa May ikki fær nýggjar samráðingar um Brexit-avtaluna.

Fleiri politikarar í Evropa siga, at Theresa May í besta lagi kann fáa avtaluna snøggaða, men veruligar samráðingar vera ikki um avtaluna.

Samstundis fær bretski forsætisráðharrin hvassar atfinningar frá nógvum pørtum í parlamentinum um handfaringina av samráðingunum við ES.

M.a. eru bretsku bløðini sera hvassorðað í sínum atfinningum.

Daily Telegraph endurgevur nakað av tí, sum fyrrverandi forsætisráðharrin, Margareth Thatcher, segði í 80'unum, tá hon segði, at tað ráddi um at standa stinn, tá harðast leikaði á.

Eisini í Evropa undrast ríkisleiðararnir á, at hóast samráðingarnar um Brexit nú hava vart í meir enn tvey ár, so megnar Theresa May ikki at taka eina endaliga støðu.

- Eg eri ikki førur fyri at fylgja gongdini longur. Tað, sum nú hendir, fer bara at gera støðuna verri, skrivar fyrrverandi belgiski forsætisráðharrin og núverandi limur í Evropatinginum, Guy Verhofstadt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628