Nærkast nývali í Svøríki

Nærkast nývali í Svøríki
Centerflokkurin fer ikki at stuðla Stefan Løfven sum forsætisráðharra, og tí er polittiska støðan framvegis ógreið 13 vikur eftir valið.
 
11.12.2018 - 09:05

Svenski Centerflokkurin fer ikki at stuðla Stefan Løfven sum forsætisráðharra, og tí er polittiska støðan framvegis ógreið, hóast valið til Ríkisdagin var fyri 13 vikum síðani.

Annie Løøf, forkvinna í Centerflokkinum sigur seg vera vónsvikna av samráðingunum, sum hava vart í fimm dagar.

Centerflokkurin samráddist við Javnaðarflokkin, Umhvørvisflokkin og Liberala flokkin. Og ætlanin var, at Stefan Løfven skuldi halda fram sum forsætisráðharri.

Men samráðingarnar eru slitnaðar, og Centerflokkurin fer ikki at stuiðla forsætisráðharranum, so hann kann halda fram.

- Vit  hava gjørt tað, vit kundu í royndini at skipa stjórn, men tað bar ikki á mál, sigur Annie Løøf.

Nú eru tað bert teir stóru flokkarnir, Javnaðarflokkurin og Moderatarna, sum mugu tryggja Svøríki eina stjórn, sigur hon.

At stjórnarsamráðingarnar enn einaferð eru endaðar úrslitaleysar, kann hava við sær, at fyribilsfíggjarlógin, sum Stefan Løfven hevur lagt fyri Ríkisdagin, ikki verður samtykt, tí hvørki Centerflokkurin ella Liberali flokkurin siga seg fara at atkvøða fyri uppskotinum.

Tí er ikki óhugsandi, at uppskotið til fíggjarlóg, sum Moderatarna og Kristiligi Fólkaflokkurin hava gjørt, verður samtykt við stuðli frá Svøríkisdemokratunum.

Nú verður tosað um nýval í Svøríki, tí ein forsætisráðharri kann ikki verða sitandi, um hann fær ein meiriluta ímóti sær, og tað kann væl henda mikudagin, tá atkvøðast skal um uppskotið til fíggjarlóg.

Stefan Løfven tapti eina atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum stutt eftir valið, og tað sama hendi hjá formanninum í Moderatarna, Ulf Kristersson, sum arbeiddi við at skipa stjórn.

Formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlen, sigur í dag, at hann fer at tosa við flokkarnar, og hann vísir ikki aftur, at Ríkisdagurin kanska enn einaferð skal atkvøða um Stefan Løfven sum forsætisráðharra.

Finst eingin loysn, so verður helst nýval útskrivað í Svøríki, er niðurstøðan hjá polittisku eygleiðarunum, sum fylgja gongdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979