Meirilutin tekur støðu í tingsalinum um matstovur

Meirilutin tekur støðu í tingsalinum um matstovur
Ivi er um uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at broyta matstovulógina, hóast Vinnunevndin hevur skrivað álit um uppskotið
Ivi er um broytingarnar í matstovulógini.
 
13.12.2018 - 07:15

Ivi er um uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at broyta matstovulógina, hóast Vinnunevndin hevur skrivað álit um uppskotið.

Tí meirilutin í nevndini, Jákup Mikkelsen, Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø og Jógvan Skorheim, tekur støðu í tingsalinum, tá atkvøtt verður.

Hini í nevndini, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen, taka undir við uppskotinum.

Tey siga millum annað, at uppskotið broytir ásetingarnar um hissiniloyvi soleiðis, at onnur enn tey, sum hava vinnuligt skeinkiloyvi, kunnu søkja um hissiniloyvi til serstøk tiltøk. 

Herd krøv til duravørðir

Uppskotið herðir krøvini til duravørð soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri harðskap, brot á rúsevnalóg ella annað lógarbrot, sum er viðkomandi fyri starvið, ikki kunnu vera duravørður.

Minnilutin leggur tó dent á, at í einum rættarsamfelag er ein grundleggjandi regla, at fólk eftir at hava tikið við revsing, skal kunna hava slætt borð, og tí má henda reglan um duravørðin umsitast við hesum í huga. 

Minnilutin heldur eisini, at tað er skilagott, at kommunurnar sleppa at loyva matstovum og skeinkingarstøðum at hava longur opið, men ikki longur enn til klokkan tvey um náttina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844