Helgi nummar 75 í heiminum

Helgi nummar 75 í heiminum
Helgi Dam Ziska er nummar 75 á nýggjasta styrkilistanum hjá altjóða talvsamgonguni FIDE.
 
17.12.2018 - 08:54

Talan er um listan yvir telvarar, sum standa seg serliga væl í kviktalvi, og sum er almannakunngjørdur um dagarnar. Í kviktalvi hevur telvari vanliga hálvan tíma ella 25 minuttir til talvið.

Ovast á hesum lista er norðski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Hann er somuleiðis einasti norðurlendingur, sum er frammanfyri Helga Dam Ziska á listanum yvir sterkastu telvarar í kviktalvi.

Magnus Carlsen er fremstur á øllum trimum styrkilistum hjá FIDE, tað er í vanligari telving, kviktalvi og snartalvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418