Veðrið ávirkar siglingina í dag

Veðrið ávirkar siglingina í dag
Veðrið ávirkar hjá strandfaraskipunum í morgun. Sandoyar- og Suðuroyarleiðin eru ávirkaðar, og siglt verður ikki til Skúvoyar
 
18.12.2018 - 08:47

Fyrst og fremst hevur veðrið darvað siglingina á Sandoyar- og Suðuroyarleiðini. 

Túrarnir úr Skopun kl. 06:45 og av Gomlurætt kl. 07:25 vórðu ikki sigldir í morgun. Siglt varð tó úr Skopun aftur kl. 8:10 og eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlan tað, ið eftir er av degnum.

Smyril siglir soleiðis í dag: av Krambatanga klokkan 07:00 og úr Tórshavn klokkan 18:30. Smyril siglir ikki túrarnir úr Tórshavn kl. 13:00 og av Krambatanga kl. 15:30.

Harumframt boðar strandferðslan frá, at eingin sigling verður til Skúvoyar í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652