Manchester United hevur sett nýggjan venjara

Manchester United hevur sett nýggjan venjara
Ole Gunnar Solskjær er settur sum venjari hjá Machester United
 
19.12.2018 - 09:36

Enska stórfelagið, Manchester United, boðar í dag frá, at norðmaðurin, Ole Gunnar Solskjær, er settur sum venjari.

Solskjær tekur við eftir Jose Mourinho, sum í gjár bleiv koyrdur úr sessinum. Sáttmálin er galdandi fyri tað, sum er eftir av kappingarárinum.

Afturat sær fer Solskjær at hava Mike Phelan, Kieran McKenna og Michael Carrick í venjaratoyminum.

Ole Gunnar Solskjær hevur verið venjari hjá norska felagnum, Molde, síðan 2015. Hann hevur fyrr verið venjari hjá Cardiff og eykaliðnum hjá Manchester United.  

Sir Alex Ferguson keypti Ole Gunnar Solskjær til Manchester United í 1999. Hann umboðaði felagið fram til 2007.

Hann spældi 366 dystir fyri enska stórfelagið og skoraði 126 mál.

Manchester United er í løtuni á sætta plássi í Premier League við 26 stigum fyri seytjan dystir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775