Leiðslan á Landsverki koyrd í tríggjar deildir

Leiðslan á Landsverki koyrd í tríggjar deildir
Leiðslan í Landsverki verður fyribils býtt upp í trý. Tað sæst í tíðindaskrivi frá Samferðslumálaráðnum.
 
21.12.2018 - 11:58

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur í dag gjørt av fyribils at skipa leiðsluna
av Landsverki í tríggjar deildir, sum hvør sær koma at vísa til Samferðslumálaráðið:

Armgarð Steinhólm verður leiðari fyri deildina - Infrakervi, maskinur og framleiðsla.

Jón Ó. Sólsker verður leiðari fyri - Nýbygging, prosjektering og viðlíkahald av bygningum.

Hans Albert Hansen verður leiðari fyri - Stjórn- og samskipan.

Fyrst í komandi ári verður lýst eftir nýggjum stjóra til Landsverk, sigur Samferðslumálaráðið.

Ein av høvuðsuppgávum stjórans verður at umskipa stovnin í mun til tær avbjóðingar, sum liggja fyri
framman, stendur í tíðindaskrivinum frá samferðslumálaráðnum.

Ewald Kjølbro fór mikudagin úr starvinum sum stjóri á Landsverki eftir málið um byggingina av Marknagilsdeplinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576