Apple væntar minni umsetning

Apple væntar minni umsetning
Apple væntar minni umsetning fyrsta ársfjórðing í hesum árinum, tí eftirspurningurin eftir nýggjastu telefonini er minkaður
 
03.01.2019 - 12:01

Tim Cook, stjóri í Apple, sigur, at tað er serliga á kinesiska marknaðinum, at eftirspurningurin er minkaður. 

Hann heldur, at tollstríðið millum USA og Kina hevur ávirkað søluna á kinesiska marknaðinum.

Apple væntar, at umsetningurin fyrsta ársfjórðing í ár verður 84 milliardir dollarar, ella 550 milliardir krónur. 

Fyrsta metingin segði, at umsetningurin fór at verða millum 89 og 93 milliardir dollarar.

Tim Cook sigur, at tað at dollarin er styrktur, er eisini ein orsøk til nýggju avbjóðingarnar.

Reuters skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Apple endurskoðar sínar metingar, áðrenn roknskapurin verður kunngjørdur, síðani fyrsta iPhonin kom á marknaðin í 2007.

Á marknaðinum, sum gevur ábendingar um, hvat íleggjarar halda, fall partabrævið í Apple niður í átta prosent, tá tíðindini um minkaða umsetningin vórðu kunngjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776