Kristin koyrdur úr tingbólki Javnaðarfloksins

Kristin koyrdur úr tingbólki Javnaðarfloksins
Aksel V. Johannesen boðar í tíðindaskrivi frá, at tingbólkurin hevur koyrt Kristin Michelsen úr tingbólki Javnaðarfloksins.
 
03.01.2019 - 13:16

Fyri løtu síðani sendi løgmaður, Aksel V. Johannesen, út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. 

Sostatt verður Kristin Michelsen heldur ikki valevni floksins til komandi val. 

Í skrivinum stóð, at støðan í flokkinum ikki var haldgóð, síðani Kristin Michelsen, tingmaður, í januar í fjør boðaði alment frá, at hann ikki kendi seg bundnan til at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, men heldur tók persónliga støðu frá máli til mál.

Harumframt skrivar løgmaður, at hann sum formaður ikki kann góðtaka arbeiðslagið hjá Kristini Michelsen.

Tingbólkurin hevur tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólki floksins í Løgtinginum.

Hartil hevur starvsnevndin hjá Javnaðarflokkinum tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki verður á listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður í útvarpsstovuni klokkan 15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585