Bara 17 prosent brúkt av menningarkvotunum í fjør

Bara 17 prosent brúkt av menningarkvotunum í fjør
Fiskimálaráðið hevur ikki enn kunngjørt, hvussu verður við teimum nógvu tonsunum, sum lupu av í menningarkvotunuum í fjør
12 skip fiskaðu menningarkvotur í fjør, teirra millum var Tummas T.
 
08.01.2019 - 07:41

Fiskimálaráðið hevur ikki enn kunngjørt, hvussu verður við teimum nógvu tonsunum, sum lupu av í menningarkvotunuum í fjør.

Avlopið er, sambært vektarseðlunum hjá Vørn, 3.641 tons av makreli, 3.015 tons av norðhavssild og 41.562 tons av svartkjafti.
 
58.171 tons vórðu latin í menningarkvotum í fjør, og eftir eru 48.218 tons.

Heldur ikki er komin nøkur kunngerð um, hvussu verður við menningarkvotum í ár.

Í fjør vórðu latnar tríggjar menningarkvotur í fýra ár og ein í tvey ár. Tey, sum fingu tær, kunnu halda fram at fiska í ár. Men tey, sum bara fingu menningarkvotu í eitt ár, - fyri 2018, kunnu fyribils ikki fiska av teimum.

   

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366