Norska løgreglan samstarvar við FBI

Norska løgreglan samstarvar við FBI
FBI hevur hjálpt norsku løgregluni í sambandi við málið um norsku Onnu-Elisabeth Hagen, sum varð rænd í oktober
 
17.01.2019 - 10:29

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur hjálpt norsku løgregluni í málinum um norsku kvinnuna, Onnu-Elisabeth Falkevig Hagen, sum hvarv úr heimi sínum í Lørenskog uttan fyri Oslo 31. oktober.

Tað váttar norska løgreglan fyri NRK.

Løgreglan vil kortini ikki siga, hvat samstarvað verður við FBI um.

Europol og Interpol hava eisini hjálpt norsku løgregluni at kanna málið.

Einki lívstekin hevur verið frá Onnu Eliabeth Falkevig Hagen, síðani hon hvarv.

Hildið verður, at hon er rænd, tí rænararnir hava kravt 67 milliónir krónur í loysigjaldi. 

Síðani løgreglan almannakunngjørdi, at Anne-Elisabeth Falkevig Hagen er horvin, hava fleiri enn 930 fólk vent sær til løgregluna við upplýsingum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444