Eingin kennir til endaligu upphæddina

bannari
Eingin kennir til endaligu upphæddina
Nú bendir nógv á, at staðfesta meirnýtslan, tá avtornar, verður væl størri enn tær 14 milliónirnar, sum higartil er upplýst
 
19.01.2019 - 12:10

Framvegis veit eingin, hvør samlaða rokningin fyri byggiverkætlanina Glasir verður.

Tað er greitt, ein mánað eftir, at misálit varð reist í løgtinginum móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.

Tá misálit varð reist móti landsstýriskvinnuni, 19. desember í fjør, vísti andstøðan á, at undir seinastu eykajáttanini til Glasir kom fram, at 14 milliónir krónur eru brúktar í heimildarloysi, umframt at tær sjey milliónirnar, sum løgtingið játtaði til eina flagtekju, eru nýttar til onnur endamál. 

Upphæddin kann gerast omanfyri 30 milliónir

Nú bendir nógv á, at staðfesta meirnýtslan, tá av tornar, verður væl størri enn tær 14 milliónirnar, sum higartil er upplýst.

Eingin fæst at vátta nakað tal, men keldur hjá Kringvarpinum vísa á, at staðfesta meirnýtslan kann, tá avtornar, gerast omanfyri 30 milliónir krónur. Upphæddin er tó ikki váttað nakrastaðni.

Landsverk hevur ikki yvirlit á støðuni

Virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, sigur stutt sagt, at á Landsverki hava tey í løtuni ikki yvirlit yvir støðuna. Men arbeitt verður við at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir støðuna.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum hevur evstu ábyrgdina av Landsverki, hevur givið stovninum boð um at ganga ígjøgnum øll krøv og allar rokningar í byggiverkætlanini Glasir.

Ganga allar rokningar ígjøgnum

Eisini hevur landsstýrismaðurin biðið um at fáa eitt yvirlit yvir tey rættarmál og tær trætur, sum Landsverk sum byggiharri er partur av í hesi byggiverkætlan.

Sambært Heðini Mortensen er talan um stórarbeiði, tí hópin av rokningum vórðu skrivaðar á Glasi, tá skúlin í skundi skuldi gerast liðugur. 

- Neyðugt er at ganga ígjøgnum allar hesar rokningar fyri at finna útav, um tær eru reellar, sigur Heðin Mortensen.

Landsstýrismaðurin kennir ikki endaligu upphæddina

Heldur ikki landsstýrismaðurin veit, hvør samlaða rokningin fyri Glasir verður, tá avtornar.

Hann vil tí ikki gera viðmerkingar til søgurnar um, at staðfesta meirnýtslan er væl hægri enn 14 milliónir.

- Eg havi ikki fakta á borðinum. Eg havi biðið um at fáa eitt fullfíggjað yvirlit, men tað havi eg ikki fingið enn. Tí fái eg ikki svarað spurninginum, sigur Heðin Mortensen.

Sambært landsstýrismanninum skal hann hava yvirlitið heilt skjótt - í seinasta lagi um eina til tvær vikur.

Løgtingið avvísti umbøn frá landsstýriskvinnuni

Løgtingið hevur higartil ikki vilja játta pengar til staðfesta meirnýtslu í byggiverkætlanini Glasir. 

Tað gjørdist greitt fyri jól, tá tingið ikki vildi avgreiða eina umbøn frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum bað um 14 milliónir krónur í eykajáttan til staðfesta meirnýtslu og aðrar 14 milliónir til at gera skúlan lidnan.

Umbønin varð avvíst, tá tað gjørdist greitt, at brúktir pengar koma framum pengar, ið skulu brúkast. Í staðin játtaði tingið 14 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri 2019, og skulu hesir pengar brúkast til at gera skúladepilin lidnan. 

Staðfesta meirnýtslan varð ikki játtað, men verður tikin við sum ein útreiðsla í landsroknskapinum fyri 2018.

Arbeiðið er ikki liðugt enn

Flestu arbeiði á skúladeplinum í Marknagili eru nú liðug, men enn mangla nøkur.

Sambært einum yvirliti frá byggiharranum Landsverki, mangla framvegis el-arbeiði, arbeiðið at stýra hitanum á skúlanum er ikki gjørt, og arbeiðið uttanfyri er heildur ikki gjørt liðugt.

Tilsamans eru sjey arbeiðstøkur ikki avhendaðar enn - tað vil siga, tá arbeiðstakari og byggiharri eru samd um, at arbeiðið er gjørt sum avtalað.

Eftirlitið við Landsverki hert

Landsverk hevur einki samlað yvirlit yvir ógoldnar rokningar.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, segði við útvarpið 4. januar, at Mentamálaráðið hevur hert eftirlitið við Landsverki, sum ikki longur sleppur at ráða yvir játtanini. 

- Vit hava ikki longur álit á Landsverki, tá tað ræður um stýringina av fíggarliga partinum, segði aðalstjórin við útvarpið 4. januar.

Vit hava roynt at fáa fatur á Poul Gert Hansen fyri at spyrja hann um fíggjarliga partin í hesi byggiverkætlan, men tað er ikki eydnast okkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318