Forboð fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum

Forboð fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum
Lógaruppskotið, sum nú er farið til hoyringar, tryggjar javnviðgerð og verjir fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður
Mynd: savnsmynd  
 
20.01.2019 - 10:32

Nú verður bannað at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur sent eitt uppskot um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er at seta bann fyri mismuni vegna rasu, húðalit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna.

Bannið fyri mismuni er galdandi í sambandi við starvssetan, tá størv verða broytt, uppsøgn, viðvíkjandi lønar- og arbeiðskorum
og setanarviðurskiftum annars. 

Tó er bannið ikki galdandi í teimum førum, har virki hjá arbeiðsgevara greitt hevur til endamáls at fremja eitt ávíst politiskt ella átrúnaðarligt sjónarmið, og har tað hevur týdning fyri virkið, at viðkomandi løntakari hevur ávísa politiska áskoðan, átrúnað ella trúgv.

Lógin einans galdandi fyri arbeiðsmarknaðin

Javnviðgerð merkir, at løntakarar skulu viðgerast eins.

Lógin verður galdandi á arbeiðsmarknaðinum, og er ikki ein almenn lóg um javnviðgerð og mismun. 

Kærur um, at mismunur er gjørdur í stríð við lógina, verða viðgjørdar í eini kærunevnd, sum verður sett á stovn.

Líknandi lóggáva er í grannalondunum, ES og Vesturheiminum sum heild, men vit hava onga lóg, sum ítøkiliga tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, og sum verjir fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum. 

Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 1. januar 2020.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211