Theresa May roynir nú við "plan B"

Theresa May roynir nú við "plan B"
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, biður nú um hjálp til at loysa kreppuna um brexit í Bretlandi
 
21.01.2019 - 18:06

- Eg fari at halda fram við samtalum við demokratiska Unionistaflokkin í NorðurÍrlandi fyri at fáa eina loysn, og síðani taka vit niðurstøðurnar hagani víðari til ES, segði Theresa May, tá hon legði fram plan B fyri brexit í Westminister.

May er noydd at leggja fram plan B eftir at hon tapti atkvøðugreiðsluna í Undirhúsinum í farnu viku, har stórur meiriluti atkvøddi ímóti uppskoti til avtalu við ES.

May leggur nú doyðin á at venda um tey atfinningarsomu í hennara egna flokki, og at vinna stuðular - eitt nú norðurírska Unionistaflokkin, DUP.

Theresa May vil ikki hoyra talan um nýggja fólkaatkvøðu.

- Tað er okkara skylda at arbeiða út frá fyrstu fólkaatkvøðuni, segði May, og hon ávarar eisini í móti at útiloka at fara úr ES við ongari avtalu.

- Men tað kundi so merkt, at vit mugu venda aftur til grein 50 við tí úrsliti at vit mugu avlýsa brexit, sigur hon.

Sostatt minnir plan B nógv um plan A, - tað nýggja er, at hon roynir umaftur at fáa ES til at slaka meira.

Nýggja ætlanin hjá May kemur til viðgerðar í Westminister næsta týsdag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809