Google 373 milliónir í bót frá myndugleikunum

Google 373 milliónir í bót frá myndugleikunum
Leitisíðan Google hevur fingið eina risabót fyri at bróta reglurnar hjá ES um dátuvernd
Franska dátueftirlitið hevur givið Google eina bót uppá 373 milliónir krónur fyri at bróta nýggju reglurnar hjá ES um dátuvernd, eisini kent sum GDPR
 
22.01.2019 - 07:28

Myndugleikarnir í Fraklandi hava givið leitisíðuni Google eina bót uppá 373 milliónir krónur. Google kunnar ikki á nøktandi hátt, hvussu fyritøkan brúkar upplýsingar, sum verða savnaðar inn frá brúkarunum, stendur í avgerðini.

Franska dátueftirlitið hevur givið Google bótina fyri at bróta nýggju reglurnar hjá ES um dátuvernd, eisini kent sum GDPR, skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Í avgerðini frá franska dátueftirlitinum stendur, at Google upplýsir ikki greitt, hvussu upplýsingar, sum brúkarar leggja eftir seg á netinum, verða brúktar. 

Google: Fólk seta høg krøv til okkum

Tað er torført hjá brúkarunum at bæði skilja og stýra, hvussu upplýsingarnar hjá brúkarunum verða brúktar, vísir franska dátueftirlitið á. Serliga í mun til lýsingar á netinum.

- Fólk seta høg krøv í mun til gjøgnumskygni og eftirlitið hjá okkum, sigur ein talsmaður hjá Google eftir avgerðina hjá myndugleikunum í Fraklandi.

Google fer nú at gjøgnumganga avgerðina áðrenn støða verður tikin til, hvat fyritøkan skal gera, so hon livir upp reglurnar, skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964