Virðisløn til ungt listafólk latin Búa Rouch

23.01.2019 - 19:12
Mentan
Virðisløn til ungt listafólk latin Búa Rouch
Búi Rouch, dansari, hevur í ár fingið virðislønina sum ársins unga listafólk til árligu Mentanarvirðislønahandina fyri árið 2018
 

Mentanarvirðislønir landsins fyri árið 2018 vórðu í kvøld handaðar á stórum, almennum tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Til handanina verða tríggjar virðislønir latnar. Tær eru Heiðursgáva landsins, Mentanarvirðisløn landsins og Virðisløn til ungt listafólk. 

Dansarin, Búi Rouch, hevur í ár fingið Virðislønina til ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Virðislønin varð latin Búa fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra áskoðaran gjøgnum dansin.

Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Dansari, koreografur og listamaður

Búi Rouch er 31 ára gamal. Hann er yrkisdansari, og í løtuni er hann búsettur í München í Týsklandi, har hann millum annað starvast sum dansilærari á Iwanson International School of Contemporary Dance.

Tá Búi var um tey 18 árini gjørdist hann av álvara áhugaður í sjónleiki, tá hann var í sangleikinum "Fame". Áður gekk hann regluliga á dramaverkstaðnum, meðan Fame var fyrsta sjónleikarliga framleiðsla, sum Búi var við í. 

Við leikbólkinum "Hurðar" luttók Búi í smærri og stórum listarligum verkæltanum. Tað var eisini sum limur í júst hesum leikbólki, at Búi nam sær royndir við útinnandi leiklistina, sum av álvara gav unga listamanninum blóð upp á tonnina at royna seg við útinnandi listuni, har teatur, tónleikur og rørslur smeltaðu saman í eitt:

2019_01_23_Boi_Rouch_um_Hurdar

Í samband við at Búi vann Virðislønina til ungt listafólk, var Búi gestur í sendingini 25 minuttir, har hann greiddi nærri frá lívi sínum og gongdini frá sjónleikara til yrkisdansara.

Sendingina finnur tú her.

Kraftmikil og yndisligur

Í grundgevingini fyri at lata Búa Rouch virðislønina, varð sagt, at Búi Rouch dugir við rørslum sínum at vísa kenslur og sambond og at miðla hugmyndir og søgur.

Ein dansari má hava fult tamarhald á sínum vøddum, og tað hevur Búi. Við kraftmiklum og yndisligum rørslum ger hann lop, sum bæði eru kvik og spakulig.

Búi hevur javnan verið at sæð á palli seinastu árini, bæði uttanlands og í Føroyum. Hesi árini hevur hann prógvað seg sum dugnaligan dansara, koreograf og listamann. Útbúgvingar- og yrkisleiðin hevur ført hann gjøgnum dans, koreografi og teatur, og harumframt hevur Búi stóran áhuga fyri dansiteatri.

Nútíðardansur er ein lutfalsliga nýggj listagrein í Føroyum, sum tykist at hava stórt viðrák í løtuni. Búi er ein av ungu slóðarunum fyri listagreinini og hevur víst gávur sum fáur. Kroppurin og rørslurnar mála okkum eina mynd ella eina hugmynd og skapa saman við tónleiki, ljósi, litum, búnum og pallmynd eina heildarmynd.

Áður heiðrað lista- og mentafólk

Tey, ið áður hava fingið virðislønir handaðar, eru:

 Árstal 

 Mentanarvirðisløn 

             Heiðursløn         Ungt listafólk
2017 Barbara í Gongini Frits Johannesen Konni Kass
2016 Rúni Brattaberg Steinprent Anna Malan Jógvansdóttir
2015 Annika Hoydal Palli Gregoriussen Andrias Høgenni
2014 Torbjørn Olsen Tey av Kamarinum Mattias Kapnas
2013 Tróndur Patursson Árni Dahl Trygvi Danielsen
2012 Tóroddur Poulsen Marianne Clausen Silja Strøm
2011 Jóanes Nielsen Kristian Blak Sakaris Stórá
2010 Sunleif Rasmussen Jonhard Mikkelsen -
2009 Kári P. Laura Joensen -
2008 Ebba Hentze Martin Tórgarð -
2007 - eingin virðisløn latin - eingin virðisløn latin -
2006 Zacharias Heinesen Jógvan Isaksen -
2005 Tita Vinther Emil Jull Thomsen -
2004 - eingin virðisløn latin - eingin virðisløn latin -
2003 Hanus Kamban Ólavur Hátun -
2002 Gunnar Hoydal Axel Tórgarð -
2001 Eyðun Johannesen Fuglafjarðar Sjónleikarafelag -
2000 Ingálvur av Reyni - -
1999 Jens Pauli Heinesen - -
1998 Regin Dahl - -

Harumframt eru tríggjar øðrvísi virðislønir latnar. 

Í 2010 fekk Jóhan Hendrik Winther Poulsen Málrøktarvirðisløn Landsins.

Og í 2001 og í 2006 vórðu serstakar virðislønir latnar til ávikavist Ebbu Hentze og Jón Hilmar Magnússon.  

Ársins dómsnevnd

Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir.

Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Alda Joensen.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 14.10.2019 (1t)
99923
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 14.10.2019 (2t: GRACE 25 ÁR)
99922
Mikudag 16. oktober
Morgunlestur mikudagur 16. oktober 2019
99845
Týsdag 15. oktober
Breddin
99910
Týsdag 15. oktober
Nón 15.10.19 - tematýsdagur um vinaløg
99906
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. oktober
3-2
99875
Sunnudag 13. oktober
Andakt við Mourits Mouritsen
99826
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
99828
Hósdag 10. oktober
Suni Merkistein hittir Bob Geldof
99745
Mikudag 9. oktober
Fótbóltur: Føroyar - Norra (kvinnur)
99695