Diplomatar útvístir eftir kvettroynd

Diplomatar útvístir eftir kvettroynd
Venezuela kvettir øll diplomatisk sambond við USA eftir at Donald Trump hevur víst sín stuðul til kvettmakarar
Juan Guaidó (á myndini) hevur útnevnt seg sjálvan til fyribils forseta í Venesuela eftir eina kvettroynd í landinum
Mynd: AP  
 
24.01.2019 - 09:26

Forsetin í Venezuela, Nicolas Maduro, fer nú at útvísa allar diplomatarnar hjá USA í Venezuela eftir eina kvettroynd í landinum. Maduro sigur, at allir diplomatarnir hjá USA skulu úr landinum áðrenn 72 tímar eru farnir.

Tað segði hann sambært tíðindastovuni Reuters við viðhaldsfólk, ið vórðu savnað framman fyri forsetaborgina í høvuðsstaðnum, Karakas.

Avgerðin, um at diplomatisku sambondini skulu kvettast, kemur eftir at andstøðuleiðarin, Juan Guaidó, hevur sagt, at forsetin Maduro er rikin frá valdinum og andstøðuleiðarin hevur útnevnt seg sjálvan til fyribils forseta.

USA stuðlar andstøðuleiðaranum

USA hevur beinanvegin kunngjørt sín stuðul til andstøðuleiðaran, Juan Guaidó. Tað sama hava eisini Kanada, Brasil og Argentina. Hinvegin fær forsetin Maduro framvegis stuðul frá Meksiko og Bolivia.

Maduro ákærir andstøðuna í landinum fyri at royna at fremja eina kvettroynd. Sambært tíðindastovuni AFP hevur ófriðarløgreglan lopið á mótmælisfólk, sum hava avbyrgt vegir í einum forstaði til Karakas.

Í tí sambandinum vórðu táragass og gummikúlur brúkt ímóti mótmælisfólkunum, skrivar tíðindastovan sambært sjónarváttum á staðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053