Landsverk: Mannagongdir á Landsverki eru tryggar

bannari
24.01.2019 - 08:45
AktueltSamfelag
Landsverk: Mannagongdir á Landsverki eru tryggar
Í skrivi sigur Landsverk, at tað harmar núverandi leiðslu og starvsfólk almikið, at stovnurin er komin í hesa vanlukkuligu støðu viðvíkjandi Glasi
 
 

Leiðslan á Landsverki vísir staðiliga aftur, at rokningar liggja og flóta runt á stovninum, og eisini verður sagt, at eingin í verandi leiðslubólki hevur verið partur av byggiverkætlanini í Marknagili.

Í skrivi sigur Landsverk, at tað harmar núverandi leiðslu og øll starvsfólk almikið, at stovnurin er komin í hesa vanlukkuligu støðu við verkætlanini Glasi. 

- Øll starvsfólk, ið hava arbeitt við hesi verkætlan hava gjørt sítt allarítasta fyri at koma á mál við henni til upplatingardagin, og at fíggjarliga yvirlitið hvarv móti endanum í byggitilgongdini, er ein staðfesting, sum vit nú mugu fyrihalda okkum til, liva við, læra av og skjótast fáa í rættlag, stendur í skrivinum.  

Landsverk vísir á, at í byggimálum kann ein rokning liggja leingi, tí ósemja kann vera millum partarnar um, hvørt veitingin er framd sambært avtalu, og um upphæddin samsvarar við tað, sum gjørt er. 

Tær rokningar, sum liggja í skipanini í sambandi við verkætlanina Glasir, har ein rokning er heilt afturi frá 2015, liggja har framvegis, tí ósemja er millum byggiharra og veitara í gerðarrættarmálinum, sigur Landsverk.

- Núverandi leiðsla arbeiðir av øllum alvi við at fáa eitt samlað yvirlit yvir fíggjarliga partin í hesi verkætlan og við at fáa avstemmað rokningar í mun til tað, sum er umbiðið og gjørt. Harafturat er samskifti í gongd við nakrar av veitarunum, har ósemja er um støddina á ávísum rokningum.

Sum virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, vísti á í tíðindasendingini í útvarpinum á middegi týsdagin, er fult yvirlit yvir tær rokningar, sum eru komnar til Landsverk eftir avhending, og hesar eru skrásettar í almennu gjaldsskipanini, stendur í skrivinum. 

Óvissan, ið enn er, snýr seg um, hvørt tað koma fleiri rokningar, ið Landsverk sum byggiharri ikki hevur roknað við, og sum núverandi leiðsla ikki er vitandi um. 

At enda skrivar Landsverk soleiðis:

- Eingin í verandi leiðslubólki á Landsverki hevur verið beinleiðis partur av hesi verkætlan ella luttikið á nøkrum mánaðarligum fundi millum Landsverk og Mentamálaráðið um byggiverkætlanina Glasir, og hava tí ikki havt neyðuga innlitið í verkætlanina.

Orsakað av hesum hevur tað tikið tíð at fáa fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna í sambandi við verkætlanina, skrivar Landsverk i almennum skrivi seinnapartin.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mars
Nón - 20.03.19
92516
Mikudag 20. mars
Føroysku fólkatingssessirnir
92508
Mikudag 20. mars
Mono: Um sangarinnuna Alison Krauss
92501
Mikudag 20. mars
Góðan morgun Føroyar 19. mars 2019
92509
Mikudag 20. mars
Morgunlestur mikudagur 20. mars 2019
91108
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
3-2
92439
Sunnudag 17. mars
Guðstænasta í Havnar kirkju
92392
Sunnudag 17. mars
Andakt við Óla Poulsen
92389
Leygardag 16. mars
Estetiskur fimleikur, 2 partur
92376