Meira avreitt av toski

Meira avreitt av toski
Munandi meira varð avreitt av toski í fjør enn árið fyri.
 
26.01.2019 - 10:32

Avreiðingarnar í fjør vóru tilsamans góð 74 túsund tons. Tað eru túsund tons meira enn í 2017. 

Nøgdin av toski og hýsi vaks við umleið 50 prosentum, meðan minking var av øðrum fiskasløgum, serliga upsa. 

Í virði vóru avreiðingarnar 85 mió. kr., - tað eru 10 prosent størri enn fyrra árið. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Nógv fleiri tons av toski vórðu avreidd í 2018 - smá 17 túsund tons, sum er um helvtin meira enn í 2017. 

Eisini virðið á toskinum vaks nógv - úr 217 upp í 331 milliónir - eitt meirvirðið á 114 milliónir, sum er 52 prosent vøkstur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860