Shut down fyribils liðugt

Shut down fyribils liðugt
Tænastur hjá amerikanska statinum lata nú uppaftur, og starvsfólk fara aftur at fáa løn.
 
26.01.2019 - 12:05

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur á tíðindafundi boðað frá, at longsta Shut-down í statinum nakrantíð er av fyribils.

- Vit hava gjørt avtalu um at enda shutdown'ið. Eg havi gjørt avtalu, sum ger, at staturin leutr uppaftur í tríggjar vikur, segði Trump.

Kongressin og Trump eru samd um hesar tríggjar vikurnar.

Í 35 dagar hevur Trump brúkt shut-down'ið sum vápn fyri at fáa undirtøku til at fíggja nógv umrødda múrin til Meksiko.

Á tíðindafundinum viðgekk Trump, at nýggja avtalan ikki fer at fíggja múrin.

- Eg skrivaði undir avtaluna, sum ber í sær, at staturin er opin í tríggjar vikur - til 15. februar, upplýsti Trump.

Hóast shut-down'ið er av, so ávaraði Trump móti eini aðrari og týdningarmiklari loysn, sum ger, at hann kann fáa múrin, sum hann lovaði undir valstríðnum.

Eyðleiðarar tulka tað, sum tað, sum hann fyrr hevur sagt, at lýsa nationala kreppu í landinum.

Tvey uppskot sum skuldu loysa stríðið um amerikansku fíggarlógina, vórðu hóskvøldið feld, og tí er eingin broyting í USA, og 800.000 fólk fáa framvegis ikki løn.

Fyrra uppskotið sum varð felt, var uppskotið hjá forsetanum um at játta pengar til ætlaða múrin til Mexico. Hitt uppskotið kom frá demokratunum, sum mæltu til at játta pengar, so samfelagið aftur fer at virka, men tað fall eisini.

Enn eru ikki allar súðir syftar, tí umboð fyri báðar flokkarnar halda fram við royndini at finna eina loysn, leiðarin hjá demokratunum, Mitch McConnell og leiðarin hjá republikanarunum, Chuck Schumer, sum báðir eru limir í umboðsmannatinginum, standa fyri samráðingunum at finna loysn.

Eydnast teimum at finna semju, so kann hugsast at forsetin fer at góðkenna semjuna, hevur Trump boðað frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584