Russland í móti fundi í ST-trygdarráðnum

Russland í móti fundi í ST-trygdarráðnum
Við minst møguliga atkvøðum, 9 av 15, fekk USA sína vilja, og trygdarráðið í ST helt fund í gjárkvøldið um støðuna í Venesuela
Sjálvtilnevndi forsetin í Venesuela, Juan Guaido
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
27.01.2019 - 14:17

Russland leggur USA undir at fyrireika statskvett í Venesuela.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, leggur hinvegin Russland og Kina undir at royna at stuðla stýrinum hjá Nicolas Maduro, forseta, fyri á tann hátt at verja sínar egnu vánaligu miljardaíløgur í landinum.

USA, Frakland, týskland, Spania og Bretland stuðla sjálvtilnevnda forsetanum, Juan Guaidos. 

Russland royndi at forða fyri fundinum í ST trýgdarráðnum um Venesuela, men fekk ikki nóg nógvar atkvøður fyri uppskotinum. Níggju at teimum 15 limalondunum í ráðnum atkvøddu fyri fundinum. 

Russland leggur USA undir at fyriskipa statskvett í Venesuela. Russiski ST-sendiharrin, Vasili Nebensja, sigur, at USA vil hava trygdaráðið við í eirindaleysa spælið, hvør mál er at gera støðuna ótrygga í Venesuela. 

- Hetta er hóttan móti friðinum, tá USA og sameind uttan fyrilit og áræsin royna at fáa ein lógliga valdan forseta frá, segði Nebensja.

Forsetin í Venesuela, Maduro, hevur eisini sjálvur fleiri ferðir skuldsett USA fyri at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Venesuela.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur heitt á onnur lond um at stuðla Juan Guaido, slíta síni sambond millum fíggjargeiran og stýrið hjá Maduro forseta. Tað er enn ógreitt, hvørja støðu ES hevur. 

Hægsta uttanríkispolitiska umboðið í ES, Federica Mogherini, heitt í gjár á Venesuela um at skipa fræls, gjøgnumskyd og álítandi val, og at ES fer at seta tiltøk í verk, um ikki val verður útskrivað ein av næstu døgunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098