Veljarakanning: Fólkaflokkurin framvegis størstur

Veljarakanning: Fólkaflokkurin framvegis størstur
Nýggja veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, vísir, at Fólkaflokkurin framvegis er størsti flokkurin
 
28.01.2019 - 15:50

Fólkaflokkurin er framvegis nógv størsti flokkur. Tað vísir ein kanning sum Spyr.fo, gjørdi fyri Portalin fríggjadagin.

500 fólk vórðu spurd, og Fólkaflokkurin hevði fingið góð 27 prosent, um val var nú. Tað hevði givið flokkinum 9 tingsessir.

Tjóðveldi hevði fingið næstflestar atkvøður og 7 tingsessir. Javnaðarflokkurin hevði fingið 6 tingsessir, og tað hevði Sambandsflokkurin eisini fingið.

Framsókn og Miðflokkurin høvdu fingið tveir tigsessir í part og Sjálvstýrisflokkurin hevði fingið ein tingsess.

Samla úrslitið av einum vali nú, hevði verið, at andstøðuflokkarnir høvdu fingið 18 tingmenn og samgonguflokkarnir høvdu fingið 15 tingmenn.

12,7 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tikið støðu til, hvønn flokk tey høvdu valt.

Óvissan í kanningini er millum 0,87 og 4,34 prosent, sæst á Portal fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738