FM á langgeil góðkent sum úttøkustevna til HM

FM á langgeil góðkent sum úttøkustevna til HM
Føroyskir svimjarar kunnu nú royna eftir HM-kravtíðum í Vági
 
07.02.2019 - 12:22

Føroyameistarakappingin í svimjing á langgeil í Vági er nú góðkend av altjóða svimjisamgonguni, FINA, sum úttøkustevna til heimsmeistarakappingina.

Svimjing.com skrivar, at FINA hevur váttað fyri Svimjisambandinum, at føroyskir svimjarar kunnu royna eftir HM-kravtíðum, tá FM á langgeil verður í Vági í apríl.

Hetta er stórt stig fyri føroyska svimjing í altjóða høpi. Har afturat hevur Svimjisambandið nú eisini altjóða góðkendar dómarar og startarar, sum kunnu taka sær av eftirlitinum.

FM í Vági verður frá 26. apríl til og við 28. apríl. Heimsmeistarakappingin á langgeil, sum hesaferð verður í Suðurkorea, byrjar 12. juli í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585