Brúkt meira enn 900.000 til uttanlandsferðir

Brúkt meira enn 900.000 til uttanlandsferðir
Tingfólk í Útnorðurráðnum hjá Løgtinginum hava ferðast uttanlands fyri meira enn 900.000 krónur higartil í valskeiðinum
 
11.02.2019 - 10:20

Tað vísir ein uppgerð hjá løgtinginum til Kringvarpið. Í 2015 var Útnorðurráðið ikki uttanlands sum samlaður bólkur, men formaðurin Kári P. Højgaard var uttanlands tað árið fyri góðar 34.000 krónur.

Í 2016 var Útnorðurráðið bæði Íslandi og í Grønlandi, og harumframt var formaðurin eisini sjálvur á ferð. Útreiðslurnar í 2016 vóru 346.000 krónur.

Í 2017 var Útnorðurráðið í Íslandi, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður, og Jørgen Niclasen, næstformaður, eisini sjálvir á ferð. Rokningin fyri 2017 var góðar 311.000 krónur.

Vóru í Íslandi í januar

Í fjør stóð Grønland á ferðaskránni hjá Útnorðurráðnum, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður, eisini sjálvur uttanlands. Ferðarokningin í fjør var 203.000 krónur.

Í januar í ár hevur Útnorðurráðið verið á ferð í Íslandi. Tilsamans hevur Útnorðurráðið sostatt ferðast fyri 909.000 krónur higartil í valskeiðinum.

Limir í Úrnorðurráðnum eru Kári P. Højgaard, sum er formaður, Jørgen Niclasen, næstformaður, og Bjørt Samuelsen, Bill Justinussen, Magni Laksáfoss og Joen Magnus Rasmussen, sum eru nevndarlimir. 

Útnorðurráðið er samstarvsfelagsskapur ímillum Føroya Løgting, Landsting Grønlands og Alting Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086