Lógin um veiðigjaldið er nú gjørd

13.02.2019 - 07:44
AktueltVinna
Lógin um veiðigjaldið er nú gjørd
Lógaruppskot um veiðigjald er nú gjørt og sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er sum ikki einaferð stutt,  hon er ein vika
Størsta veiðigjaldið er fyri makrel
 

Lógaruppskot um veiðigjald er nú gjørt og sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er stutt, hon er ein vika. 

Endamálið við lógaruppskotinum er at seta í verk eina skipan, har veiðigjald verður lagt á eyka stóran vinning hjá teimum, sum eiga rættin til føroyskt sjófeingi. 

Gjaldið er 60 prosent av eyka stóra vinninginum.
 
Í uppskotinum er fiskiskapurin býttur í fýra bólkar, tað er:

- eftir uppsjóvarfiski,

- eftir botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard og svartkalva við Vesturgrønland og eftir rækjum, 

- eftir botnfiski við troli aðrastaðni enn í Barentshavinum og við Svalbard, 

- og eftir botnfiski við øðrum reiðskapi enn troli aðrastaðni enn í Barentshavinum og við Svalbard.

Fiskamálaráðið sigur, at var lógin um veiðigjald í gildi alt árið 2019, hevði veiðigjaldið ligið um 150 milliónir krónur í ár.

Kostar Taks

Men útreiðslur eru eisini. Taks skal brúka 650.000 kr. um árið til at umsita veiðigjaldið og 140.000 kr. í einsinnis-kostnaði, tá skipanin kemur í gildi.

Fiskimálaráðið sigur, at verður inntøkan frá veiðigjaldinum 220 milliónir krónur, missa kommunurnar seks milliónir krónur í partafelagsskatti. 

Í kunngerð, sum skal koma í gildi 1.april, eru veiðigjøldini fyri uppsjóvarfisk og fyri tosk og hýsu í Barentshavinum og við Svalbard, fyri svartkalva við Vesturgrønland og fyri rækjur.

Eingi gjøld eru fyri onnur fiskasløg. Størsta veiðigjaldið er fyri makrel. Tað er 1,43 kr. fyri kilo í fyrsta ársfjórðingi ár og 1,52 kr. í øðrum ársfjórðingi.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. oktober
Við Tórði á túri á Morskranesi
100115
Mánadag 21. oktober
Norðurljóð 21. oktober 2019
99387
Sunnudag 20. oktober
Meg minnist: Egil Hoydal (1:2)
99927
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. oktober
Ræðsla í gomlum læknahúsum
100158
Mánadag 21. oktober
3-2
100128
Sunnudag 20. oktober
Andakt við Heðini Lamhauge
100075
Sunnudag 20. oktober
Heystguðstænasta í Eiðis kirkju
100076
Hósdag 17. oktober
Flaggsigling 2019 1:2
100020