Søgdu fólki úr starvi - og tóku uppsøgnirnar aftur

Søgdu fólki úr starvi - og tóku uppsøgnirnar aftur
23 starvsfólk á Posta skuldu í januar sigast úr starvi ella setast niður í tíð. Leiðslan kúvendi og tók uppsøgnirnar aftur
Tilsamans 23 starvsfólk á Posta fingu fyri stuttum at vita, at tey antin eru uppsøgd ella skulu niður í tíð. Leiðslan kúvendi og tók uppsøgnirnar aftur
 
13.02.2019 - 11:04

Tilsamans 23 starvsfólk á Posta fingu fyri stuttum at vita, at tey antin eru uppsøgd ella skulu niður í tíð. Orsøkin er minkandi postur og umleggingar í postvirkseminum.

Uppsøgnirnar skuldu fremjast í verki 31. januar við gildi frá 1. februar. Fyrstu starvsfólkini høvdu fingið handað uppsagnirnar, tá leiðslan brádliga kúvendi og tók uppsøgnirnar aftur.

 >> SÍ EISINI Í øðini um handfaring

Sum útvarpið skilir, varð traðkað á bremsuna eftir boðum úr Vinnumálaráðnum, sum eigur Posta.

Varslingin kemur umleið hálvan januar, tá álitisfólkini á Posta fáa boð frá leiðsluni um umfatandi broytingar, sum mugu gerast inni á Posta, tí minni av posti er at bera út.

Umleggingarar hava við sær, sambært leiðsluni, at níggju starvsfólk skulu sigast úr starvi, og 14 onnur starvsfólk skulu setast niður í tíð.

Hósdagin 31. januar fellur hamarin

Fyrstu starvsfólkini verða rópt inn á skrivstovuna og fáa har handað uppsagnarbræv. Uppsøgnin kemur í gildi dagin eftir, tað vil siga pr. 1. februar at rokna. Onnur fáa boð um at tey skulu niður í tíð, somuleiðis frá 1. februar at rokna.

Men so hendir nakað óvæntað. 

Løtu seinni verða somu starvsfólk aftur rópt inn á skrivstovuna. Nú er vent í holuni - uppsøgnirnar verða tiknar aftur, eru suspenderaðar. 

Tey, sum fyrr um morgunin eru uppsøgd, fáa at vita frá leiðsluni, at ætlaðu umleggingarnar inni á Posta eru ikki góðkendar á hægri stað enn. Og tí mugu tær bíða.

Starvsfólk vátta hendingina

Kortini liggur í luftini, at umleggingarnar fara at koma - og harvið eisini uppsøgnirnar. Men nakað greitt svar fáa tey ikki.

Útvarpið hevur tosað við fólk, sum vóru í hesi støðuni. Tey vildu ikki gera samrøðu í gjár - men greiða frá og vátta, at soleiðis fór tað fram.

Henda sama hósdagin 31. januar er Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, staddur í London fyri at skriva undir fríhandilssáttmálan við Bretland. 

 >> SÍ EISINI Starvsmannafelagið: Óvissa um starvsfólk á Posta

Poul Michelsen váttar, at hann varð uppringdur av sínum aðalráði um ætlaðu umleggingarnar á Posta.

- Boðini frá mær vóru greið: eg eri uttanlands og geri tí einki við hetta málið, fyrr enn eg eri heima aftur, sigur Poul Michelsen.

Ein góðan mánað frammanundan, hin 19. desember, hevði landsstýrismaðurin fingið heimild frá Løgtinginum at einskilja almenna Posta.

Stjórin ikki stórvegis viðmerkingar

Sambært Poul Michelsen fer sonevndi einskiljingarbólkurin - tað eru løgmaður, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum, umframt løgmansstjórin og báðir aðalstjórarnir - at umrøða einskiljingar-tilgongdina av Posta á fundi seinni í vikuni.

Tá verða møguligar broytingar og tillagingar á Posta eisini umrøddar, sigur hann. Joel Undir Leitinum, stjóri á Posta, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.

Hann vil ikki svara spurninginum, hví leiðslan á Posta handar fólki eitt uppsagnarbræv fyri síðani at annulera uppsøgnina løtu seini.

Stjórin: Neyðugt við broytingunum

Joel Undir Leitinum sigur tó somikið, at Posta hevur biðið Vinnumálaráðið um loyvi at broyta treytirnar fyri útbering, umframt aðrar broytingar í konsessiónini.

Og Joel Undir Leitinum váttar, at nakrar av uppsøgnunum, sum vórðu varslaðar í januar, eru treytaðar av hesum loyvinum úr Vinnumálaráðnum.

- Vit gera hesar broytingar fyri at fáa raksturin at hanga saman, sigur Joel Undir Leitinum, sum annars ikki vil gera viðmerkingar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012