Fleiri deyð undir gíslatøku

Fleiri deyð undir gíslatøku
Fýra fólk eru deyð undir eini gíslatøku í Mississippi í nátt
 
17.02.2019 - 10:45

Fýra fólk vórðu dripin undir eini gíslatøku í Mississippi í USA í nátt. Tað skrivar Tv2. 

Ein samanbrestur byrjaði í einum heimi í býnum Clinton í amerikanska statinum Mississippi. Tað upplýsir løgreglan í Clinton. 

Samanbresturin elvdi til eina gíslatøku í gjár, sum vardi í 12 tímar, og í nátt endaði gíslatøkan við skotbardaga við løgregluna. 

Enn er ikki greitt, hvør stendur aftan fyri gíslatøkuna og skottilburðin, men løgreglan sigur, at eingi børn vóru í húsinum, tá skotbardagin byrjaði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444