Islamskur statur fánar burtur í Sýria

Islamskur statur fánar burtur í Sýria
Økið, sum Islamskur statur hevur ræðið á í Sýria, er minkað niður í næstan einki, og bardagarnir halda fram
Islamskur statur hevur nú næstan mist ræðið á øllum økinum, felagsskapurin higartil hevur havt ræðið á í Sýria
 
17.02.2019 - 09:30

Islamskur statur hevur nú næstan mist ræðið á øllum økinum, felagsskapurin higartil hevur havt ræðið á í Sýria, skrivar Reuters. Tíðindastovan skrivar, at kalifatið nú bara hevur ræðið á einum øki, sum er umleið ein hálvan ferkilometur stórt.

Syrian Observatory for Human Rights boðaði gjáramorgunin frá, at Syrian Democratic Forces høvdu tikið maktina frá seinastu deildini hjá Islamskum stati í Sýria, men tey tíðindini vórðu avsannað seinni í gjár.

Reuters skrivaði seinni í gjár, at tey tíðindini ikki vóru sonn. Økið, sum Islamskur statur hevur ræðið á í Sýria, er minkað niður í næstan einki, og bardagarnir halda fram.

Líðandi mist valdið

- Vit kunnu skjótt hátíðarhalda, at vit hava sigrað á Islamskum stati, segði leiðarin fyri Syrian Democratic Forces, Ciya Furat, við Reuters.

- Vit hava kringsett Islamskan stat í einum lítlum øki í Baghouz, sigur Furat víðari. Hann sigur, at tað fer at ganga seint at fáa alt valdið frá Islamskum stati, tí felagsskapurin brúkar sivilfólk sum livandi skjøldur.

Islamskur statur misti í seinastu viku líðandi ræðið á økinum, sum felagsskapurin annars hevði valdið á. Økið fór frá at vera átta ferkilometrar stórt niður í eitt lítið økið við bara 50 bygningum, skrivar NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402