Mjølnir er steypavinnari

Mjølnir er steypavinnari
Við tryggum 3-0 sigri tryggjaði Mjølnir sær sín fyrsta sigur í steypakappingini síðan 2007
 
02.03.2019 - 13:23

Mjølnir úr Klaksvík er steypavinnari 2019 hjá monnum, eftir at teir vunnu 3-0 móti Fleyr í Stórhøllini á Hálsi. 

Liðið úr Klaksvík var stórfavorittur undan finaluni, men tað var eyðsæð, at Fleyr ikki vildi geva teimum ein lættan sigur.
Í  tveimum teimum fyrstu settunum fylgdi havnaliðið væl við og kundi eins væl havt vunnið fyrsta settið. 

Tað var kortini Mjølnir, sum var sterkari í avgerðandi løtunum, og í triðja setti skúgvaðu klaksvíkingar allan iva til viks og vístu,
at teir eru teir sterkastu í føroyskum flogbólti í løtuni.
Teir vunnu greitt 25-14 og kundu fegnast saman við áskoðarunum um steypasigurin. 

Mjølnir byrjaði dystin betur, og kom á odda tíðliga, men Fleyr át leiðsluna upp seint í settinum, og støðan gjørdist 23-23.
Tá tók Mjølnir time-out, og tað eydnaðist klaksvíkingum  at taka seinastu stigini og vinna 25-23.

Annað sett fylgdi sama mynstri, sum tað fyrsta. Mjølnir tók leiðsluna tíðliga og helt hana í roynd og veru alt settið,
hóast Fleyr nærkaðist viðhvørt. Tað endaði tó við tryggum 25-20 sigri til klaksvíksliðið. 

Favorittarnir úr Mjølni lótu til endans ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær at avgera dystin í trimum 
settum. Teir løgdu seg á odda beinanvegin, og leiðslan bara øktist, sum settið leið. Síðsta 
bóltin sló Fleyr í blokkin og út. 25-14, og so var Mjølnir steypavinnari hjá monnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585