MARK-eigarar byggja íbúðir undir Kongavarða

bannari
MARK-eigarar byggja íbúðir undir Kongavarða
NN Holding, sum eigur partafelagið Mark, skal byggja 94 leiguíbúðir undir Kongavarða í Havn
Nú skulu 94 leiguíbuðir byggjast undir Kongavarð
Mynd: Savnsmynd  
 
14.03.2019 - 15:53

Á fundarskránni fyri býráðsfundin í Tórshavnar Býráði í dag klokkan fimm stendur tann nógv umrødda, men lítið ítøkiliga íbúðarbyggingin undir Kongavarða á Argjum. 

Tórshavnar Býráð hevur higartil einki ítøkiligt viljað sagt um íbúðarbyggingina á Argjum, men nú er greitt, at talan er um  94 leiguíbúðir, sum NN Holding skal byggja.

Hava samráðst í tríggjar mánaðir

Tað er Ognarfelagið Nordbil, sum eigur NN Holding, sum stendur fyri verkætlanini. NN Holding eigur eisini smápartafelagið Mark, sum hevur bygt lestraríbúðirnar í Marknagili í Havn.

Tórshavnar kommuna hevur í meira enn tríggjar mánaðir samráðst við felagið um íbúðarbyggingina á Kongavarða, og nú klokkan fimm fer Tórshavnar Býráð at viðgera málið.

Fundurin verður stroymdur, og til ber at fylgja við á heimasíðuni torshavn.fo, har fundarskráin eisini er tøk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001