Taks um Airbnb: Helvtin rindar skatt

Taks um Airbnb: Helvtin rindar skatt
Bert helvtin av teimum, sum leiga út á Airbnb, rinda skatt, vísir kanning hjá Taks
Við árslok 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb
 
20.03.2019 - 05:35

 

Tað boðar Taks frá í tíðindaskrivi. Taks hevur seinastu árini kannað, hvusssu nógv fólk uppplýsa
TAKS um leiguinntøku sína, tá tey leiga út gjøgnum Airbnb. Úrslitið vísir, at bert helvtin av útleigarunum ger hetta.

Taks talt í trý ár

Sambært uppteljing, sum Taks hevur gjørt, er talið av leigumálum á Airbnb tvífaldað á hvørjum ári síðani 2015. Við árslok 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb, og sambært kanningum hjá TAKS eru tað 430 persónar og feløg, sum eiga hesar bústaðir.

Ongar upplýsingar frá Airbnb

Taks fær ongar upplýsingar um leiguinntøkur frá fyritøkuni handan Airbnb, og tí hevur talan verið um tíðarkrevjandi eftirlitisarbeiði. Fleiri onnur lond hava sama trupulleiki, og fleiri lond hava tí kravt, at Airbnbn upplýsir fyri skattamyndugleikunum, hvørja leiguinntøku fólk hava á tænastuni hjá teimum. Fólk, sum hava leigu-inntøku, hava skyldu til at upgeva inntøkuna. 
TAKS boðar í tíðindaskrivinum frá, at Taks komandi tíðina fer at varpa ljós á, hvussu inntøka frá húsaleigu skal gevast upp til skattingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610