Harðliga ímóti kópalóg

Harðliga ímóti kópalóg
Bóndafelagið mælir løgtinginum frá at samtykja kópalóg. - Vit mugu ongantíð gera neyðsemju um okkara rætt, sigur formaðurin í Bóndafelagnum
Sigert Patursson er formaður í Bóndafelagnum
 
20.03.2019 - 07:42

Bóndafelagið er harðliga ímóti ætlaðu kópalógini, sum skipar ella bannar kópaveiðu í Føroyum. Tað kemur til sjóndar í hoyringsskrivi frá Bóndafelagnum. Løgtingið viðger uppskotið í morgin. 

Eingin lóg

Higartil hevur eingin lóg verið neyðug fyri at regulera kópaveiðu í Føroyum. Alarar hava stundum tikið kóp, sum hevur verið til ampa fyri alarar, men sæð burturfrá tí, so hevur kópur als ikki verið veiddur í Føroyum seinastu mongu árini. 

Tað er atliti til útflutningin av alilaksi til USA, sum ger at neyðugt er við eini føroyskari kópalóg. Skal føroyskur laksur útflytast til USA, skal landið, í hesum føri Føroyar, seta forboð fyri at drepa kóp tilætlað í sambandi við alivirksemi.

Útlendsk krøv

Men Bóndafelagið heldur tað vera burturvið, at útlendsk krøv avmarka rættin hjá øllum føroyingum at gagnnýta eitt tilfeingi, sum føroyingar hava havt møguleikar at gagnnýta í øldir.

Bóndafelagið skrivar soleiðis í hoyringsskrivinum: 

- Uppskotið ómyndugger føroyingin, sum nú skal biða um loyvi, frá allmennum stovni, fyri at fáa sær
eitt kók av kópatvøsti og øðrum gagni veiðan gevur.

Bóndafelagið skrivar eisini:

- Vit mugu ongantíð gera neyðsemju um okkara rætt, til eina og hvørja tíð, at kunna gagnnýta tað
livandi tilfeingi, í hesum førinum kóp, sum er í føroyskum sjóøki.
Tjóðin eigur hesi ómissandi rættindini. Hettar er hjartablóð, sum eingin nakrntíð kann seta
spurnartekin við.

lítil stovnur 

Stovnurin av láturkópi var fyrr møguliga uml. 3.000 kópar, men verður nú mettur at vera
umleið 1.000 - 2.000 í tali. Nógvur kópur var tikin frá 1963-1967, tá virðisløn varð latin fyri
hvønn dripnan kóp, men síðan henda skipan steðgaði, hevur eingin kópaveiða verið. Vitanin
um stovnin er ikki stór, og hagtøl fyri tiknan kóp hava ikki verið savnað. Tí er neyðugt at fáa
meiri vitan um kópastovnin, og øll veiða og tøka má vera burðardygg, skrivar Fiskimálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585