Nýggj tíð fyri elbilar

Nýggj tíð fyri elbilar
1. apríl byrjar ein nýggj tíð hjá teimum, sum hava elbil
Løðingarstøðir eru bíligari at brúka heima
 
21.03.2019 - 11:59

Tá verður ikki longur ókeypis at brúka almennu løðingarstøðirnar hjá SEV. Og tá verður bíligari at løða bilin heima enn á løðingarstøðunum hjá SEV.  

Og tað verður bíligari at løða um kvøldið og náttina enn um dagin.  Fólk kunnu læna eina løðingarstøð frá SEV og fáa ein góðkendan elinnleggjara at seta hana upp.

Løgtingið hevur samtykt, at SEV kann geva lægri elprís fyri elbilar og hitapumpur. Hendan skipanin er komin undir land hjá SEV og kemur í gildi 1. apríl. 

Bíligari at løða um náttina

Tey, sum ætla at brúka hesa skipan, skulu tó hava eina málara afturat og fáa góðkendan elinnleggjara at seta hann upp.

Tann málaran og uppsetingina skulu fólk sjálvi gjalda. Verður bilurin løddur við eina almenna løðingarstøð, rinda fólk fyri hvønn minutt, bilurin stendur har.

Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan, at fólk brúka løðingarstøðirnar sum bilpláss og forða øðrum í at løða bilin. Prísurin verður eisini har hægri um dagin enn um náttina.

Dømi frá SEV

SEV hevur gjørt eitt dømi um løðing. Tað er um elbil við tíggju kilowatttímum. Hann koyrir 55 kilometrar fyri hvørja løðing.

Á almennari løðingarstøð kostar hann 45 krónur fyri 55 kilometrar. Tað er um dagin. Um náttina kostar hann 30 krónur. Verður bilurin løddur heima, kostar hann 18,90 krónur. Tá er talan um vanliga prísin.

 >> SÍ EISINI Løgtingið gevur SEV heimild til grønan avsláttur

Við lægra prísinum, tí fyri elbilar og hitapumpur, er prísurin 13,90 krónur fyri 55 kilometrar. Hetta er, sambært SEV, bíligari enn bensin.

Við galdandi bensinprísi, sum er 9,23 krónur fyri liturin, kosta 55 kilometrar 33,55 krónur. Tá er roknað við, at bilurin brúkar ein litur til 15 kilometrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860