Einki mark men bara eitt ár í senn

Einki mark men bara eitt ár í senn
Allir nevndarlimir í P/f Bakkafrosti skulu bara vera í nevndini í eitt ár í senn
Ársaðalfundurin hjá Bakkafrosti verður á Glyvrum
 
22.03.2019 - 13:11

Uppskot um tað verður lagt fyri ársaðalfundin hjá Bakkafrosti 5. apríl. Nú sita nevndarlimirnir í tvey ár.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður, sigur, at tað sambært keypsskálanum í Oslo, har sum Bakkafrost er skrásett, er góður virkissiður at hava fólk í nevndini í eitt ár í senn.

Og tað er í lagi, heldur Rúni M. Hansen, nevndarformaður.

Kunnu vera í nógv ár

Samtakið hevur onga reglu, sum sigur, hvussu leingi, fólk kunnu vera í nevndini. Sjálvur hevur Rúni M. Hansen verið nevndarformaður í Bakkafrosti í tíggju ár.  

Tveir nevndarlimir standa fyri vali í ár, Øystein Sandvik og Annika Frederiksberg. Valnevndin mælir til at velja bæði aftur. 

Valnevndin mælir eisini til at velja Einar Wathne í Noregi í nevndina. Og valnevndin mælir til at velja Rúna M. Hansen aftur til formann í Bakkafrosti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844