Børn flyta í Hoydalar meðan útbygt verður

Børn flyta í Hoydalar meðan útbygt verður
Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2019 eru 145 fleiri dagstovnapláss enn í 2018
Lonin í Hoydølum verður fyribils dagsstovnur, meðan dagsstovnarnir í Tórshavnar kommunu verða útbygdir.
 
28.03.2019 - 07:40

Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2019 eru 145 fleiri dagstovnapláss enn í 2018.

Men plássini í Hoydølum eru ikki við í fíggjarætlanini. Skúlalonin í Hoydølum verður leigað fyribils í ár og næsta ár til dagsstovn, meðan aðrir stovnar verða útbygdir.

Umsitingin hjá býráðnum mælir til eina eykajáttan til plássini í Hoydølum upp á fýra milliónir og góðar 722.000 kr.

Men teir pengarnir eru ikki við á býráðsfundinum í Havn í kvøld.

Býráðið skal tó taka støðu til pengar til tveir aðrar dagsstovnar í kommununi, Býlingshúsið inni á Gøtu og Býlingshúsið í Maritugøtu.

Talan er um góðar tvær milliónir krónur til 24 vøggustovupláss.

Tórshavnar kommuna er bundin til at geva leiðara, sum hevur verið í farloyvi frá leiðarastarvinum í sambandi við politiskt starv, eitt sambærligt starv sum tað, hann hevði. Hetta kostar 540.000 kr. í ár., sum býráðið eisini skal taka støðu til í kvøld.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444