Grundlógarnevndin til arbeiðis aftur

Grundlógarnevndin til arbeiðis aftur
Grønlendska grundlógarnevndin hevur fingið nýggjan arbeiðssetning, sum hevur til endamáls at fáa frið at valda um arbeiðið
 
02.04.2019 - 17:20

Grønlendska kringvarpið, KNR, skrivar, at nógvar ósemjur stóðust av, at nevndin upprunaliga skuldi gera tvey uppskot um grundlóg.

Eitt uppskot, sum skuldi galda, so leingi Grønland var í ríkisfelagsskapi við Danmark, og so eitt annað uppskot um grundlóg, sum skuldi koma í gildi, tá ella um Grønland loysti frá Danmark.

Nú hevur nevndin fingið nýggjan arbeiðsstning og skal bara gera eitt uppskot um eina grundlóg, sum skal koma í gildi, um Grønland verður fullveldi.

Grundlógarnevndin liggur nú undir málsræðnum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Vittus Qujaukitsoq. Hann sigur við KNR, at landsstýrið vil ikki hava at ósemjurnar um grundlógararbeiðið skulu kykja aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444