- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey floksting í dag
Undir yvirskriftini "Saman fremja vit loysingina" heldur Tjóðveldi flokstingið í kommunuskúlanum í Hovi. Byrjað varð longu í gjárkvøldið, tá millum annað val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum var á skránni.
Klokkan 10 í dag var formansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal. Sum heild kann sigast, at loysingin stendur hægst á dagsskránni hjá Tjóðveldi á flokstinginum og í valstríðnum, sum kemur. Bæði forkvinnan í aðalstjórnini, Gunnhild Dahl Niclasen, og formaðurin Høgni Hoydal, søgdu, at størri dentur skal leggjast á loysingina. Gunnhild Dahl Niclasen nevndi í sínari røðu, at atfinningar hava verið frá nógvum loysingarfólki, at loysing hevur verið ov lítið á skrá hetta valskeiðið, men hon vísti á, at tað var neyðugt at taka fult ræði á fiskivinnuni, fyrst fyri at arbeiða fram ímóti loysing.
Yvirskriftin fyri formannsrøðuni hjá Høgni Hoydal hevði ein greiðan boðskap: "Saman loysa vit! Vit hava tikið ódnartøk saman. Vit eru klár at taka tey seinastu tøkini at skipa tær frælsu Føroyar fyri alt fólkið í landinum". Í røðuni, sum eisini liggur á heimasíðuni hjá Tjóðveldi, vísur Høgni Hoydal á, at flokkurin hetta valskeiðið hevur tikið tung tøk, og bygt súlurnar upp undir einum frælsum Føroyum fyri øll, og sambært Tjóðveldi hava Føroyar ongantíð verið nærri at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð. Tí kunnu nú leggjast ítøkiligu uppskot og krøv fram til, hvussu blokkstuðulin verður minkaður burtur.
Nøkur av ítøkiligu málunum, sum TJóðveldi vil fremja til komandi valini eru sambært flokkinum:
- Uppaftur ítøkiligari mál fyri at leggja um til grøna orku, har tað verður gjørligt hjá øllum at fíggja umlegging til grøna orku
- At tryggja, at ongin livir í fátækraváða í Føroyum
- At tann gjógvin, sum er millum økir í landinum mjækkar. Serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, útoyggjar og smábygdir eru enn í heilt øðrvísi støðu enn onnur pláss í landinum. Og her hava vit fleiri átøk at fremja.
- At tryggja bústaðarmøguleikar og sámiliga fígging at seta búgv kring landið
- At farið verður undir Suðuroyartunnil, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur er sjálvsagt, og at hinir tunnlarnir eisini verða raðfestir.
Sambært Tjóðveldi er valið nú, um seinastu tøkini skulu takast til at stovnseta Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, fíggja egnu vælferð eftir norðurlendskum leisti og virðum, og byggja eitt samfelag á frælsi, samhaldsfesti og somu rættindi og virðing til øll fólk í landinum. Ella um vit í Føroyum skulu bakka aftur í fortíðina.
TIl ber at síggja alla formannsrøðuna á heimasíðuni hjá Tjóðveldi. www.tjodveldi.fo
Javnarflokkurin hevur landsfund
Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum, sum verður hildin í Smæruni í Havn, byrjaði í morgun klokkan hálvgum nýggju.
Formansfrágreiðingin hjá Akseli V. Johannsen verður klokkan eitt.
Nevnivert er, at gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum er kendi danski politikarin Mogens Lykketoft, sum heldur røðu klokkan 10.45.
Til ber at síggja meira á www.j.fo.