Nýggj nevnd í Lærarafelagnum

Nýggj nevnd í Lærarafelagnum
Á aðalfundinum í gjár varð nýggj nevnd vald í Føroya Lærarafelag
Jacob Eli S. Olsen er nýggjur formaður í Føroya Lærarafelagi
Mynd: savnsmynd  
 
07.04.2019 - 10:57

Føroya Lærarafelag hevur fingið nýggjan formann.

Á aðalfundi í gjár varð Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið næstformaður seinastu tvey árini, valdur til formann.

Fyri vali stóðu Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, og Jona Højsted, lærari á Skálatrøð í Klaksvík. Umframt tey stillaðu eisini Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy, og Tórhallur við Gil upp, lærari í Skúlanum við Løkin, upp.

Fyrstvaldur bleiv Carl Eli Nolsøe Samuelsen, og síðani Jona Højsted.

Av tí at Jacob Eli S. Olsen nú er formaður, er Tórhallur við Gil komin inn fyri hann sum fyrsti varalimur. Annar varalimur er Jákup av Skarði. Harumframt er Andrea á Rípuni í nevndini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444