Glasir kanning liðug

Glasir kanning liðug
Landsgrannskoðarin er nú liðugur at kanna, hví fíggjarstýringin hjá Landsverki av byggingini av skúladeplinum í Marknagili, fór av sporinum.
 
11.04.2019 - 18:44

Ein frágreiðing, sum er meira enn 100 síður, og sum Landsgrannskoðarin hevur gjørt um byggigøluna í Marknagili, liggur nú á borðinum hjá løgtingsgrannskoðarunum. 

Beinta Dam, landsgrannskoðari, hevur greinað, hví verkætlanin fíggjarliga fór so nógv av kós, at hon endaði við at kosta landsstýriskvinnuni í mentamálum sín sess.

Men hvør niðurstøðan hjá Landsgrannskoðaranum er, fæst ikki at vita í dag. 

Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, sigur, at løgtingsgrannskoðararnir fara í morgin at seta seg saman og gera eina felagsniðurstøðu burtur úr frá greiðingini, sum eftir ætlan verður almannakunngjørd í morgin.

Tað var í januar í ár, at løgtingsgrannskoðararnir heittu á Landsgrannskoðaran, Beintu Dam, um at gera ein kanning av stóru byggigøluni í Marknagili. 

Hetta fyri at fáa greiði á, hvat miseydnaðist í fíggjarstýringini av byggingini av Glasir - føroya størsta byggiverkætlan, og hví. 

Eitt nú, hvussu tað ber til, at 30 milliónir krónur í ógoldnum rokningum brádliga koma undan kavi? Og at 12 milliónir krónur, ið løgtingið hevur játtað til eina flagtekju, í heimildarloysi blivu brúktar til annað endamál?

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595