Nýggjur eftirskúli í Suðuroynni

Nýggjur eftirskúli í Suðuroynni
Eftir páskir kann søkjast um pláss á Føroya Eftirskúla
 
20.04.2019 - 12:33

Eftir páskir ber til at søkja um pláss á nýstovnaða eftirskúlanum í Suðuroynni, Føroya Eftirskúla. Skúlin, ið er á Tvøroyri, hevur verið í umbúna í fleiri ár, og í august verður klárt at taka ímóti fyrstu næmingunum.

Sekstan sleppa inn fyrsta skúlaárið. Allir næmingarnir skulu taka lut á serstakari føroyabreyt, har vitjast skal á øllum 18 oyggjunum í Føroyum. 

Eisini er films- og sjónleikarabreytin kravd, og verður tvinnað saman við føroyabreytini. Aðrar breytir, ið veljast kann ímillum, eru E-ítróttarbreyt, sjóvinnubreyt, køksbreyt og íverksetara- og miðlabreyt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844