Trý nýggj føroysk met

Trý nýggj føroysk met
FM í langgeil var í Páls Høll í Vági um vikuskifti
 
28.04.2019 - 16:40

Eftir tríggjar langar finaludagar í Vági, eru allir føroyameistararnir í langgeil funnir. Summir av svimjarunum fingu ikki bert gullheiðursmerkir heimvið, men eisini nýggj, flott føroysk met.

 

Fimm hundraðpartar skjótari

Kvinnurnar hjá Ægir settu føroyskt met í 4x100 blandaðari svimjing. Tær megnaðu at svimja teinin við tíðini 4:33.08. Tíðin er 5 hundraðpartar skjótari enn gamla tíðin, ið kvinnurnar hjá Ægir eisini áttu.

Tær fýra, ið settu met, vóru: Signhild Joensen, Rebekka Trygvadóttir, Malan Jóhansdóttir og Barbara Debes.

 

Enn einaferð Vár

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði at svimja tíðina 2:27.37 í 200m firvald. Hon eigur harvið eisini føroyskt met. Tíðin var 1.03 sekund skjótari enn gamla metið hjá Janu Thomsen.

 

Les eisini: Summir sigrar eru søtari enn aðrir

 

Tvey sekund skjótari

Dreingirnir úr Havnar Svimjifelag settu eisini føroyskt met, tá teir svumu 4x100 frísvimjing við tíðini 3:40.31. Eisini áttu teir gamla metið.

Teir, ið mannaðu liðið eru: Jóhan N. Dam, Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Bartal E. Eidesgaard.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851