Japan bjóðar Norðurkorea á fund

Japan bjóðar Norðurkorea á fund
Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, hevur boðið norðurkoreiska leiðaranum, Kim Jong-un, á fund
 
02.05.2019 - 19:57

Tað skrivar japanska blaðið Sankei Shimbun.

Abe vil hava fund við Kim, har teir tosa opið og reiðiliga um tvídráttir, sum eru millum londini bæði, - millum annað um japansku ríkisborgararnar, sum eru neyðtiknir í Norðurkorea.

Abe sigur við blaðið, at tað hevur týdning fyri Japan at hava gott samskifti við Norðurkorea, - annars ber ikki til at loysa trætumál.

Abe sigur, at hann hevur umrøtt hesi mál við amerikanska forsetan, Donald Trump, - tað var í Washington í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444