Sernám kúvendir

Sernám kúvendir
Eftir hvassar atfinningar frá foreldrum, sum fingu landsstýriskvinnuna at krevja eina frágreiðing, hevur Sernám sett tilboð í gildi aftur
 
03.05.2019 - 11:15

Herfyri kærdu foreldur alment um, at børn teirra við serligum avbjóðingum, ikki longur fóru at fáa tænastur, grundaðar á sonevnda Karlstadsmodellið, sum tey høvdu verið so glað um.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna fór inn í málið og kravdi at fáa eina frágreiðing frá stjóranum á Sernámi, Margreth Olsen, sum hevði tikið avgerð um at gevast við tilboðnum uttan tó at seta annað tilboð ístaðin.

Í dag boðar Sernám frá, at tænastan ikki bara skal halda fram, men at hon eisini skal útbyggjast.

Skrivið frá Sernámi er hetta:

"Í samstarvi við Mentamálaráðið og landstýriskvinnuna, Hannu Jensen, fegnast vit um, at útlit nú eru til, at ein landsdekkandi tænasta innan Karlstadmodellið kann gerast í Føroyum.

Ein menningarleistur er í gongd, sum inniber, at starvsfólk byrja eftirútbúgving innan Karlstadmodellið í heyst.

Málið er, at Sernám sum stovnur kann veita eina landsdekkandi tænastu. Verandi netverk koma at halda fram, meðan tænastan verður útbygd. Seinni koma starvsfólkini, sum fara undir eftirútbúgving, at gerast partur av tænastuni, so hon ikki er so viðbrekin.

Eftirútbúgvingin tekur trý ár, og tískil kann ein ávís bíðitíð væntast fyri nýggj netverk/børn, áðrenn henda tænastan gerst heilt landsdekkandi. Tað er ein fíggjarlig avbjóðing at byggja eina tílíka tænastu, men arbeitt verður við at loysa ta avbjóðingina, meðan tænastan verður uppbygd".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786