Flogbóltslandsliðið er úttikið

Flogbóltslandsliðið er úttikið
Landsliðsvenjarin hevur úttikið trettan spælarar til EM kapping fyri smátjóðir
 
07.05.2019 - 09:07

Landsliðsvenjarin, Lars Engell, hevur úttikið teir trettan spælararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-undankapping í Luksemborg.

Føroyar eru í bólki saman við Skotlandi og Írlandi

Føroyar spæla ímóti Írlandi fríggjadagin klokkan 12.00 og ímóti Skotlandi leygardagin klokkan 12.00.

Hópurin:

Hanna Iansdóttir Biskopstø Ikast
Janna Falkvard
Sirið Antoniussen Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen KÍF
Súsanna S. Ludvik Fleyr
Anja S. Danielsen Fleyr
Eva Winther Nagata Aarhus
Hilda B. Mortensen Fleyr
Sofía Purkhús Splidt Mjølnir
Bára Holm Jacobsen Fleyr
Hanna Olsen KÍF
Anna Larsen Aalborg
Barbara H. Poulsen Dráttur

Fyrstu landsdystirnir síðan 2017

Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.

Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-undankappingini hjá CEV.

Men orsaka av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018.  

hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging, skrivar Flogbóltssambandið.

Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knapt tvey ár, tá liðið fríggjadaginspælir ímóti Írlandi í Luksemborg.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738